Tá tann eina myllan í Neshaga fór í vindinum, varð heitt á EYA at gera eitt uppskot, hvussu núverandi fundament kundi brúkast aftur, so tey mongu vitjandi, ið ganga og koyra túrar út á Eystnes, kundu fáa gleði av hesum. Úrslitið bleiv hetta vindskýlið, sum er gjørt úr rustfríum stálrørum, ið eru 20 cm í tvørmáli. Rørini eru sveisaði saman í ring, har hægstu rørini eru móti norði, meðan inngongd er í beinan sunnan, har tað er gott útsýnið yvir Nólsoyarfjørð og Havnina. Inni í vindskýlinum, upp ímóti høgu rørunum, er ein bonkur, sum vendur beint eystur og vestur.
Í nógvum vindi gerst vindskýlið ein urga, har nattúran er urguleikarin og tann vitjandi kann hoyra djúpu tónarnar frá rørunum, ið hava ymiskar longdir og tónar.
Í rísandi og setandi sólini, er hetta eisini eitt nútíðar ból, har vindskýlið er eitt fjálgt stað at seta seg og lata seg trøllabinda av føroysku náttúruni. Sæð eitt sindur burturfrá, stendur vindskýlið sum ein viti, ið skyggir og sendir speglingar av gyltar sólstrálur og dregur fólk at sær.