Um tað mundi, tá Tjóðpallurin varð settur á stovn, var kapping um at sniðgeva búmerki til Tjóðpallin. Eyðun Eliasen (EYA) vann kappingina, og tað uppskotið verður nú brúkt sum búmerkið hjá Tjóðpalli Føroya.
Búmerkið ímyndar tær báðar klassisku og eyðkendu glaðu og keddu skortarnar. Teir eru sniðgivnir soleiðis, at teir gera ein sirkul sæddan í perspektiv á skák úr erva. Hetta fyri at ímynda pallljós - bæði sum tvær minni litaðar strálur, og sum ein stór heil strála. Hetta skal skiljast soleiðis, at Tjóðpallur Føroya ikki bert eru leikararnir; men alt virksemi, ið knýtir seg at sjónleiki.