EYA hevur sniðgivið og ment portalarnar í Húsareynstunnlinum. Ytstu betongelementini standa forskotin soleiðis at portalurin letur seg upp og tekur ímóti teimum ferðandi. Ynski var at skapa eitt einkult og sterkt úttrykk, sum samstundis var tiltalandi.
Í sniðgevingini er valt at byggihátturin inni í portalinum, í tunnilinum, sæst aftur í tí partinum sum er úti. Sama rútma, frástøða, tilfar og skap er brúkt. Einklu elementini úr betong eru tó í útipartinum sett nakað forskotin, so portalurin gerst meiri opin og breiður, nakað sum ein trakt. Tó er opið upp móti himlinum.
Sostatt eru portalarnir við Húsareinstunnilin ein sammanrenning millum tunnils- og ferðslutrygd, lendistrygging, arkitektur og upplivingar.