Oyggjaleikirnir 2027 verða hildnir í Føroyum, og í tí sambandi var kappinging hildin um sniðgeving av heiðursmerkunum. EYA átti vinnandi uppskotið.
Heiðursmerkið er sniðgivið við motivum og symbolikki til bæði leikirnar og Føroyar sum vertstjóð. Sjálvt er heiðursmerkið samansett av sirklum, við eini útskornum dropa sum miðpunkt. Vatn, ið er eyðkenni fyri oyggjaleikirnar, er eitt av høvuðsmotivunum í heiðursmerkinum. Hetta yvirlappar við motivini ið ímynda Føroyar og føroysku náttúruna, har bæði hav og aldur eru hugsað inn í sniðið. Afturat tí eru motivir sum seyðarhorn, norðlýsi og fiskur ímyndað í heiðursmerkinum.
Spælið í yvirflatinum er somuleiðis eisini ein ímynd av føroyska landslagið, har hall og stoffligheit tekna eina mynd av fjøllum, fjørði og havi.