Grundarlagið í búmerkinum eru tríggir ferningar (kvadrat) í grønum. Við at seta rætthyrningar (rektangel) á ymsum stað, koma bókstavirnir LON fram. Einklu, sterku og einstáttaðu formarnir, við jøvnum millumrúmum og beinum linjum, geva búmerkinum, sterkan og neyvan dám, sum hóskar til fyritøkuna.
Rætthyrningar ímynda tað ’tóma arkið’. Eisini sipar arkið til gylta rætthyrningin / sniðið, sum skal vísa á neyvleikan og góða uppdeiling í handverkinum og ráðgevingini. Afturat tí, umboða formarnir elementir í byggifrøðini og bygging, so sum dura- og vindeygakarmur, trappur og flísar.