Upprunahúsini frá 1940-unum skuldu umvælast og bjálvast. Eisini var tørvur á at byggja nakað afturat. Týdningamikið fyri byggiharran var at varðveita eyðkenda skapið við betongveggum við pussi uttaná bjálving.
Rættast var at byggja út á suðursíðuni. Harvið varðveita sethúsini sítt skap, sæð frá Landavegnum og fløtuni móti eystri. Útbygningurin er klæddur við smølum timburbrettum. Hornini er avrundaði, bæði sum ein tilsiping til mongu viðarbularnar rundanum og sum mótspæl til upprunahúsini.
Fotografur: Finnur Justinussen