Sum partur av nýggja innkomuvegnum til Havnar, er nýggj brúgv gjørd, ið leiðir Havnarvegin tvørtur um Sundsvegin til Húsareynstunnilin. Hesa brúnna hevur EYA sniðgivið.
Undir brúnni er bæði gongubreyt og vegur til bilferðslu. Við einum einfaldum og snøggum sniði, sameinað við áhugaverdum yvirflatum og spæli við vinklum, er brúgvin elegant og hugtakandi. Somuleiðis gevur ljóssetingin brúnni ein serligan dám í skýming og myrkri.