Konseptið byggir á at skapa eina einkla; men samstundis áhugaverda og vakra brúgv. Høvuðsendamálið er at fáa eina visuelt lætta og eleganta loysn.
Miðskeiðis á brúnni, ber til at steðga á útsýnispalli og njóta útsýnið út yvir ánna, bygdina, fjørðin og landslagið.
Útsýnispallurin er eisini ein týdningarmikil partur av skapinum.
Brúgvin er úr betong, stoypt á staðnum.
Konseptið við sniðinum er "kílar", sum stinga seg út úr lendinum báðumegin ánna. Tveir av kílunum eru fundament og tveir spenna frá fundamentum, út yvir ánna og møtast á miðjuni.
Geometriin er eins um miðásan báðar vegir, ið gevur ein boga, sum nátúrligt upptekur kreftirnar og soleiðis smelta konstruktión og estetikkur saman.
Kílarnir eru skarpir við sjónligum profileringum av timburbrettum, ið eru nýtt at gera stóra stoypiformin.
Øll brettini eru bein; men við hvør sínari linju. Úrslitið er ein brúgv við hóvligum bogandi linjum og skapi.