Sambýlið við Rygsá á Argjum er til vaksin fólk við autismu. Verkætlanin fevnir um 24 bústaðir, býttir í fýra smærri búeindir við seks íbúðum í hvørjari. Harafturat er skipað og trygt útiøki hjá búfólkunum.
Dentur er lagdur á at skapa tryggar og heimligar karmar, sum stuðla undir trivnaðinum hjá búfólkunum. Sambýlið er sniðgivið við serligum atliti til tørvin hjá búfólkunum. Heimið gevur møguleika fyri bæði felagsskapi, fyri tey ið søkja tað, og friði, til tey, sum hava tørv á friðarligum og vardum umhvørvi.
Verkætlanin er ment í samstarvi við danska arkitektavirkið Cubo.